- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdarráðið hjá ST fer at umrøða støðuna í Iran

Mótmælini móti stjórnini hava kostað í minsta lagi 21 mannalív.
Tað er USA, sum hevur biðið um at fáa støðuna í Iran fyri Trygdarráðið, og endamálið er sum skilst at fáa sett í verk nýggj tiltøk móti Iran. Amerikanska uttanríkisráðið hevur skotið upp at seta tiltøk í verk móti iranskum embætisfólki, sum arbeiða ímóti friðaligum mótmælisgongum, sum tikið verður til.
Men ikki øll eru so glað um at blanda Trygdarráðið hjá ST upp í málið.
Russiski vara-uttanríkisráðharrin, Sergej Ryabkov, heldur tað verða skeivt av ST at leggja seg út í mótmælisgongurnar í Iran.
-Trygdarráðið hjá ST hevur ongan leiklut í hesum máli. Innanríkis viðurskifti í Iran eiga ikki at viðgerast í Trygdarráðnum, sigur Ryabkov.