Listi yvir fólk sum kunnu mutrast í DK

Listi yvir fólk sum kunnu mutrast í DK
Danir hava gjørt ein serligan lista yvir embætisfólk og politikarar, sum hava so týdningarmikil størv, at vandi er fyri, at tey kunnu mutrast
 
05.01.2018 - 10:04

Danska Fíggjareftirlitið hevur gjørt listan sambært eini nýggjari kunngerð, sum varð sett í gildi beint fyri ársskiftið. 

Kunngerðin áleggur millum annað Fólkatinginum, politisku flokkunum, Ríkisgrannskoðanini, ráðharrastovunum, dómstólunum og fyritøkum hjá tí almenna at koma við nøvnunum og upplýsingum um persónar í høgum embæti.

Á listanum standa til dømis allir limirnir í Fólkatinginum, ráðharrar, aðalstjórar, hægstarættardómarar, sendifólk á donskum sendistovum og nevndarlimir í eitt nú Danmarks Radio og DSB.

Tengt at lógini um hvítting

Endamálið við listanum er tengt at lógini um at hvítta pengar. Listin skal gera tað møguligt hjá fyritøkum og persónum, ið eru fevnd av lógini um hvíttan av pengum, at gera av, um teirra viðskiftafólk og samstarvsfelagar koma undir tað, sum í kunngerðini kallast politiskt eksponeraðir persónar. 

At fólk standa á hesum sonevnda listanum merkir ikki, at illgruni er um mutur. Tað merkir bara, at hesi fólkini eru í vanda fyri at taka ímóti mutri, tí tey sita í einum embæti, sum gevur teimum stórt vald.

Tá fólk fara úr embætinum, fara tey av listanum aftur. Fíggjareftirlitið hevur lagt listan á heimasíðuna.

Teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, sum vórðu valdir á seinasta fólkatingsvali, Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal, standa á listanum saman við donsku og grønlendsku fólkatingslimunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463