Gylt høvi at brúka gerðarrættin í heimastýrislóg

Gylt høvi at brúka gerðarrættin í heimastýrislóg
Magni Arge vil hava at vita, hvat Hægstirættur, løgfrøðin, heldur um uttanríkispolitisku heimildarlógina hjá føroyingum
Hesa undirskrivingina í Reykjavík góðtaka danir ikki.
 
05.01.2018 - 07:09

Nú er høvið at brúka kompetansunevndina í heimastýrislógini fyri fyrstu ferð, sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.

Tí so fæst at vita, hvat Hægstirættur heldur um uttanríkispolitisku lógina hjá Føroyum.  

Lív er komið aftur í kjakið um avtaluna, sum landsstýrini og stjórnin í Útnorðri gjørdu síðst í august í fjør.

Tað hendir, eftir at Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri í Danmark, hevur svarað Grønlandsnevndini hjá fólkatinginum og Magna Arge, fólkatingsmanni.

Anders Samuelsen sigur í svari til Magna Arge, at danskir myndugleikar tulka lógir, sum fólkatingið hevur samtykt.

Einvís tulking

Uttanríkispolitiska lógin hjá Føroyum er tó eisini samtykt í løgtinginum.  

Ein einvís donsk tulking er tí í ósamsvari við heimastýrislógina, sigur Magni Arge.

Hann vísir til kompetansunevndina, sum er eitt slag av gerðarrætti í heimastýrislógini.

Í lógini stendur, at eru partarnir, Føroyar og Danmark, ósamdir, skal ein kompetansunevnd setast.

Í henni skulu vera tvey umboð fyri landsstýrið, tvey fyri stjórnina og tríggir hægstarættardómarar. 

Eru umboðini hjá landsstýrinum og stjórnini ikki samd, skulu teir tríggir hægstarættardómararnir skera ígjøgnum. 

Magni spyr Anders

Magni Arge hevur nú spurt Anders Samuelsen um hesa ásetingina í heimastýrislógini, sum higartil annars ongantíð er brúkt. 

Anders Samuelsen er spurdur, um hann viðurkennir, at kompetansunevndin eisini kann brúkast, tá ósemja er um uttanríkispolitisku lógina

Landsstýrið hevur fingið eitt gylt høvi at minna donsku stjórnina á júst hasa ásetingina við at krevja málið um sáttmálan millum Føroyar og Grønland øðrumegin og Ísland hinumegin fyri slíka kompetansunevnd. 

Semjast føroyingar og danir ikki, fáa vit at vita, hvørji løgfrøðilig atlit hægstarættardómarar fara at leggja dentin á í einari slíkari ósemju, sigur Magni Arge.

31.august í fjør gjørdu landsstýrini og stjórnin í Útnorðri samstarvsavtalu um at vaksa um handilin sínámillum, taka burtur møguligar forðingar og samstarva á uttanríkisøkinum, eitt nú í mun til avbjóðingarnar, sum standast av Brexit.

Hetta góðtekur danska stjórnin ikki. Danska Uttanríkisráðið skrivaði til tað íslendska, at avtalan er rætt og slætt ógildug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463