- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytir í fiskiloyvum avgerandi fyri samráðingar

Ikki er greitt enn, nær Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fara at samráðast um nýggjan sáttmála.
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Anfinn Olsen, sigur, at reiðararnir vilja síggja øll fiskiloyvi fyrst fyri at vita, hvørjar treytirnar eru í teimum.
Og øll sløg av fiskiloyvum eru ikki komin enn, verri enn so.
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, sigur, at óvissan um, hvussu tann nýggja fiskivinnuskipanin verður tulkað í Fiskimálaráðnum, og hvussu hon fer at virka, ger, at bíðað verður við at samráðast við Fiskimannafelagið.
Hóast eingin sáttmáli hevur verið í langa tíð, mynstra fiskimenn kortini framvegis eftir gamla sáttmálanum.
Fiskimannafelagið longdi sín sáttmála til nýggjárs, tí felagið væntaði, at løgtingið avgreiddi fiskivinnunýskipanina í summar.
Men siðvenjan er at brúka gamla sáttmálan, til nýggjur er gjørdur, sigur Jan Højgaard.
Hini bæði manningarfeløgini hava ikki sagt upp sáttmálarnar við Reiðarafelagið.