Gomul uppskot til viðgerðar á nevndarfundi

Gomul uppskot til viðgerðar á nevndarfundi
Fyrsti nevndarfundur í løgtinginum verður í morgin. Rættarnevndin viðger mál, sum eisini vóru í tinginum í farnu tingsetu
Løgtingð byrjar aftur í morgin við nevndarfundi.
 
02.01.2018 - 10:36

Fyrsti fundurin í løgtinginum í nýggja árinum verður seinnapartin í morgin, tá Rættarnevndin hevur fund um mál, sum øll eisini vóru í tinginum í farnu tingsetu.

Nevndin skal viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. 

Hetta uppskotið datt burtur í farnu tingsetu.  

Rættarnevndin hevur havt hetta uppskotið síðani 25.oktober. 

Nevndin skal eisini viðgera uppskotið um, at Kommunala eftirlitið skal hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum.

Eisini samstørv

Uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, datt somuleiðis burtur í farnu tingsetu.

Innlendismálaráðið, har sum Kommunala eftirlitið er, kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyribils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi.

Hetta uppskotið hevur Rættarnevndin havt síðani 29 september.

Feld í fjør

Og uppskotini hjá Fólkaflokkinum um at yvirtaka kortmyndugleikan og verja uppmátingarmerki, sum fullu í farnu tingsetu, eru aftur í tinginum.

Hósdagin hava Uttanlandsnevndin og Útnorðurráðið fund.

Fyrsti løgtingsfundurin í 2018 er ikki lýstur enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463