Brexit fær avleiðingar fyri Grønland

Brexit fær avleiðingar fyri Grønland
Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum hevur svarað einum fyrispurningi frá landstinginum
Suka K. Frederiksen er landsstýriskvinna í uttanríkismálum
Mynd: Sermitsiak  
 
02.01.2018 - 11:39

Brexit fær búskaparligar avleiðingar fyri Grønland, men hvussu stór rokningin verður, er ov tíðliga at siga enn.

Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Suka K. Frederiksen, í einum svari til landstingið, skrivar Sermitsiak.

Bretland hevur onga serstaka handilsavtalu við Grønland, tí Bretland er framvegis limur í ES. 

Suka K. Frederiksen sigur, at samráðingarnar um at taka Bretland úr ES verða ikki lidnar fyrr enn í fyrsta lagi í oktober í ár, og Bretland fer væntandi úr ES-samveldinum 29. mars í 2019.

Samband við donsku stjórnina

Samráðingarnar millum Grønland og Bretland um eina fiskivinnuavtalu eru ikki byrjaðar enn, men landsstýrið hevur samband við donsku stjórnina um, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Grønland, tá Bretland fer úr ES. 

Suka K. Frederiksen upplýsir í svarinum, at grønlendskir myndugleikar hava eitt umboð í bólkinum hjá danska uttanríkisráðnum, sum viðger Brexit. 

Grønlendska umboðsstovan í Brússel fylgir eisini samráðingunum um Brexit og ger vart við grønlendsk áhugamál í samstarvi við donsku umboðsstovuna í ES.

Galdandi fiskivinnuavtala millum Grønland og ES fer úr gildi í 2020. Næsta ár verður farið undir samráðingar um fiskivinnuavtaluna, sum kemur í gildi í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990