Ávara um at byggja floghavnir í Grønlandi

Ávara um at byggja floghavnir í Grønlandi
Formaðurin í búskaparráðnum í Grønlandi ávarar nú um ætlanina at byggja tríggjar nýggjar floghavnir í Grønlandi, tí búskapurin verður viðbrekin
 
20.12.2017 - 09:24

Torben M. Andersen, sum eisini er professari í búskaparfrøði á lærda háskúlanum í Aarhus, skrivar í tíðargrein í Jyllands-Postinum, at grønlendski búskapurin verður sera viðbrekin, tí so nógvur peningur verður settur í ávísar verkætlanir.

Grønlendska landstingið hevur samtykt at flyta ein stóran part av vinningsbýtinum úr fyritøkum, sum landið eigur, í verkætlanina um at byggja floghavnir fyri meira enn tvær milliardir krónur.

Talan er m.a. um TelePost og Royal Greenland.

Á tann hátt sleppur Sjálvstýrið undan at læna meira enn 1,6 til 1,8 milliardir krónur til floghavnirnar.

- Men hetta ger grønlendska búskapin sera viðbreknan, sigur Toben M. Andersen, sum mælir frá hesum fíggingarleistinum.

Haraftrat er ógreitt, hvussu raksturin skal fíggjast, sigur hann.

Formaðurin í grønlendska búskaparráðnum vísir eisini á, at ongar greiningar eru gjørdar av hesi stóru verkætlanini.

Sambært grønlendsku sjálvstýrislógini ber ikki til at hækka heildarveitingina úr Danmark, kemur Grønland í búskaparligar trupulleikar, sigur Torben M. Andersen í tíðargreinini í Jyllands-Postinum. 

Arbeiðið at byggja floghavnirnar verður eftir ætlan boðið út í 2018. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990