Afturbering til filmsgerð

Afturbering til filmsgerð
Øll vinnunevndin tekur undir við uppskotinum hjá landstýrismanninum í vinnumálum um afturbering av útreiðslum til filmsgerð í Føroyum
 
14.12.2017 - 08:53

Tað er ein samd vinnunevnd, sum mælir løgtinginum um at samtykkja uppskotið.

Endamálið við uppskotinum er, at føroysk filmsfólk sleppa at menna sínar førleikar í størri útlendskum filmsframleiðslum.

Filmsframleiðsla skapar nógv avleitt virksemi, og tað kann eisini loysa væl fíggjarliga, um útlendingar gera film í Føroyum.

Skotið verður upp, at upp í 25% av góðkendu útreiðslunumm verða endurgoldin.

Eisini verður kravt, at útlendingar skulu fíggja í minsta lagi 25% av framleiðsluni í Føroyum, so skipanin gevur fíggjarliga javnvág.

Á fíggjarlógini næsta ár eru 200.000 krónur settar av til afturberingarskipanina. Upphæddin er lítil, tí byrjað verður varisliga, og óvist er, hvørjar filmsverkætlanirnar vera, sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.

Vinnunevndin sigur í viðmerkingunum, at føroyingar í mestan mun eiga at sleppa at røkja leiðsluuppgávur, t.e. starvsfólk við leikstjóra-,klipp-,ljós- og ljóðuppgávum.

Undir viðgerðini í vinnunevndini kom fram, at skal tað eydnast at fáa størri filmsverkætlanir til Føroya, er tørvur á at hækka játtanina munandi, tí ein stór filmsverkætlan kann lættliga fara at kosta milliónir í afturbering, sigur vinnunevndin. 

Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum fríggjadagin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463