Fimta hvørt skúlabarn serligar avbjóðingar

Fimta hvørt skúlabarn serligar avbjóðingar
Stundir vóru ikki hjá Gigni at tosa við yvir 800 skúlabørn
Aðalmálið við heilsutænastunum hjá heilsufrøðinginum í Gigni er, at allir fólkaskúlanæmingar í Føroyum fáa tilboð um kanning eina ferð um árið.
 
12.12.2017 - 07:31

Fimta hvørt skúlabarn, sum heilsufrøðingar tosaðu við og kannaðu í skúlaárinum 2016-2017, hevði brúk fyri eykasamrøðum, tí tey høvdu serligan tørv ella avbjóðingar.

Gigni sigur, at teir 18 heilsufrøðingarnir tosaðu við og kannaðu 6.329 børn í teimum 46 fólkaskúlunum og frískúlunum. Tað eru 73 prosent av næmingunum, sum eru 7.146 í tali.

Stundir eru ikki at tosa við og kanna øll børn hvørt ár, sigur Gigni. 817 næmingar vórðu ikki kannaðir skúlaárið 2016-2017. 

Umframt árligu kanningarnar og samrøðurnar við næmingarnar skal heilsufrøðingurin skipa fyri heilsukunnandi undirvísing. 

Ofta er talan um nógv samskifti og samstarv við foreldur, lærarar og um annað tvørfakligt samstarv fyri at lofta næmingum, sum ikki hava tað nóg gott, sigur Gigni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050