Eykajáttanin í ár má í fíggjarlógina næsta ár

Eykajáttanin í ár má í fíggjarlógina næsta ár
Biðið er um fimm milliónir krónur til Landssjúkrahúsið, tí serlæknastørv eru ómannað
Landssjúkrahúsið skal skjótt hava nýggj tól, hevur Fíggarnevndin fingið at vita.
 
11.12.2017 - 09:22

Landssjúkrahúsið hevur eisini brúk fyri fimm milliónum krónum næsta ár til læknakonsulentar.

Tí er neyðugt at taka eykajáttanina, sum Landssjúkrahúsið fekk í ár, við í fíggjarlógina næsta ár.

Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Tær fimm milliónirnar eru ikki við í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2018.

Tað er framvegis torført at manna grundleggjandi tænastur á Landssjúkrahúsinum, tænastur, sum eru partur av neyðugum virksemi hjá sjúkrahúsinum. 

Eisini brúk fyri konsulentum í 18

Hetta merkir, at neyðugt verður at brúka líka nógvar læknakonsulentar í 2018 sum í ár.

Talan er um narkosu, røntgen, gynækologi og obstetrik, sum er sergrein um viðgongutíð og føðingarhjálp.

Tí verður brúk fyri fimm milliónum eisini næsta ár, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita. 
  
Landsstýriskvinnan hevur eisini greitt Fíggjarnevndini frá, at tólini á Landssjúkrahúsinum eru niðurslitin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050