Bjørn spyr um íslendska læknan

Bjørn spyr um íslendska læknan
Málið um íslendska bróstskurðlæknan, Kristján S. Ásgeirsson, og samstarv hansara við Landssjúkrahúsið, sum heldur uppat, kemur nú á politiskt stig
Mynd: www.mbl.is  
 
11.12.2017 - 09:26

Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52 spurning um málið.

Bjørn Kalsø spyr, hvør hevur avgjørt at slíta samstarvið, og um landsstýriskvnnan ætlar at fara upp í málið, so samstarvið kann halda fram.

Bjørn Kalsø sigur, at fleiri sjúklingar og avvarðandi hava verið væl nøgd við viðgerðina hjá íslendska læknanum og starvsfólki hansara bæði í Føroyum og Íslandi.

Tey mæla frá, at samstarvið heldur uppat og siga, at tað verður stórt afturstig fyri sjúklingarnar.

Grein 52 spurningar skulu svarast skrivliga í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050