"Politiska mótbrekkan er brøtt"

"Politiska mótbrekkan er brøtt"
At samgongan ikki megnaði at fáa fiskivinnunýskipanina samtykta fyri ólavsøku hevur gjørt politisku mótbrekkuna sera bratta, sigur Ragnar Á. Joensen
 
23.11.2017 - 13:00

Tá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður stutt fyri ólavsøku breyt arbeiðið hjá løgtinginum av og sendi tingfólk í summarfrí, gjørdist trupulleikin hjá samgonguni við fiskivinnunýskipanini størri, enn hann annars var frammanundan. 

Hetta heldur Ragnar Árnason Joensen, miðnámsskúlalærari í samfelagfrøði.

- Um løgtingið ikki klárar at avgreiða tað áðrenn Ólavsøku, so er tað ósikkurt, um man klárar at avgreiða fiskivinnunýskipanina áðrenn árið er úti, tí tú rennur teg í onnur ting í seinni helvt av tingárinum, enn tú gert í fyrru helvt, sigur Ragnar Árnason Joensen og sipar til, at mál sum pensjónnýskipan og fíggjarlógviðgerðir skulu avgreiðast, áðrenn árið er liðugt. 

Útjaðari vs. miðstaðarøki

Ragnar Árnason Joensen heldur, at aktuelli stríðspurningurin meira enn nakað annað snýr seg um stóra tvídráttin millum miðstaðarøkið og útjaðaran.

- Vit tosa ofta um vinstra og høgra, um loysing og samband, men alt for sjáldan um útjaðara og miðstað. Vargarnir eru typisk teir samgongupolitikarir, sum hava sínar røtir uttan fyri miðstaðarøki, sigur hann. 

Trupul mál fyrst

Valskeiðið er komið í helvt nú, og tað verður bara torførari at fáa trupul mál samtykt:

- Man plagar at siga, at man skal hava tey ópopuleru málini avgreidd nokk so tíðliga. Nú byrja vit at koma í helvt, og man hevur enn ikki avgreitt kanska tað mest umtalaða evni ella tað, sum man fór til val uppá, sigur Ragnar Árason Joensen.

Avbjóðingin hjá so smølum samgongum sum hesari er ein long balansugongd, sigur hann. Tí ein semja við Miðflokkin kann til dømis kosta honum dýrt, um hetta merkir, at onkur aðrir tinglimir bakka út. 

- Tað snýr seg allatíð at telja upp í 17, og tað er tað, sum er trupulleikin, tí løgmaður hevur 16 + Sonju, sum allatíð liggur sum ein hóttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371