Samgongutingingar aftur í kvøld

bannari
Samgongutingingar aftur í kvøld
Eftir ætlan verða samgongutingingar aftur í kvøld, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í stuttari skrivligari viðmerking
At fáa politisku kabalina at ganga upp og megna at telja upp í 17 er ikki bara sum at siga tað. Sandurin rennur úr tímaglasinum, nú 21. november er og enn eingin meirluti fyri fiskivinnunýskipanini
Mynd: savnið  
 
21.11.2017 - 12:48

Tað brýtur enn í bæði borð hjá samgonguni, nú 21. november er, og meirluti framvegis ikki er fyri politikkinum hjá samgonguni sjálvari.

Eingin boð eru komin um, at suðuroyartingmenninir hjá samgonguni hava broytt støðu og kunnu taka undir við fiskivinnunýskipanini, og samgongan er heldur ikki komin á mál við at fáa Miðflokkinum umborð at stuðla samgonguni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður er ikki tilreiðar at gera samrøðu um politisku støðuna í løtuni, men skrivar í stuttari viðmerking soleiðis til útvarpið:

"Vit hava eitt samgongugrundarlag, sum vit halda okkum til. Vit hava eina avbjóðing um fiskivinnunýskipanina, sum vit av øllum alvi royna at mýkja í samgonguni. Vit hava eisini avtalur við aðrar partar, sum samgongan ætlar at halda. 
Vit samskifta í løtuni við Miðflokkin um møguligt samstarv. Eftir ætlan fara vit á fund við Miðflokkin aftur í kvøld".

 

Halda gjørdar avtalur

Sunnunáttina vóru tingingar millum Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum øðrumegin og Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal hinumegin. Poul Michelsen var tá uttanlands, men gjørdi sunnudagin greitt, at samgongan hevur gjørt avtalur við Sjálvsstýri um bæði fíggjarlóg og pensjónsnýskipan - og at hesar avtalur ætlar hann sær at halda.

Í skrivligu boðunum frá løgmanni fyri løtu síðani váttar løgmaður, at avtalurnar "við aðrar partar", sum hann nevnir tað, ja, tær ætlar samgongan at halda.

Verður hugt at teimum átjan punktunum, sum Miðflokkurin hevur havt við sær til samgongusamráðingarnar (sí undir greinini), ber til at siga, at Miðflokkurin ikki skal rokna við at fáa grundarupphæddina í fólkapensjónini hækkaða aftur. Samgongan hevur gjørt avtalu við Sjálvstýri um nýskipan av pensjónsøkinum, og ynskið hjá Miðflokkinum um at hækka grundarupphæddina aftur gongur ímóti henni, og tí kann samgongan ikki ganga Miðflokkinum á møti og samstundis halda avtaluna við Sjálvstýri.

Eisini hevur samgongan gjørt avtalu við Sjálvstýri um fíggjarlógina. Fleiri av ynskjunum hjá Miðflokkinum krevja broytingar í uppskotinum um fíggjarlóg. M.a. um landið skal seta pengar av til innkoyringarveg báðumegin Eysturoyartunnilin.

 

Høgni leingir ikki fiskivinnuskipanina

Og so er tað býtisbarnið - tann so nógv umrødda fiskivinnunýskipanin, sum hevur elvt til, at Javnaðarflokkurin er farin í tvíningar. Á ynskislistanum hjá Miðflokkinum stendur, at uppskotið skal takast úr Vinnunevndini til framhaldandi viðgerð, og at annað uppskot hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi fiskivinnuskipan í eitt ár ella tvey skal samtykkjast.

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður kann ikki bara skrúva lokið av køkudósini. Tí hinir samgonguflokkarnir hava eisini síni hjartamál og mørk.

Viðvíkjandi ynskinum hjá Miðflokkinum um at leingja galdandi fiskivinnuskipan, ja, so varð Høgni Hoydal, spurdur um júst tað í løgtinginum í februar. Og hann lat tá ongan iva vera um, hvørja støðu hann sum landsstýrismaður á økinum hevur til tann spurningin:

"Tann heimildin, sum er í lógini í grein 7, at landsstýrismaðurin kann leingja tað við at gera reglur, tað ætli eg mær ikki at gera".

 

Upplegg frá Miðflokkinum til samgongusamráðingar

8. nov. 2017

Landsstýrisfólk: Miðflokkurin fær, eins og hinir samgonguflokkarnir, møguleika frá byrjan at verða við at velja landsstýrisfólk í eini nýggjari samgongu. 

Nevndarsessir: Nýval verður av øllum løgtingsnevndum. Miðflokkurin hevur ynski um formanssessin í fíggjarnevndini.

Fiskivinnunýskipanin: verður tikin úr vinnunevndini til framhaldandi viðgerð og uppskotið hjá Miðflokkinum, sum liggur í vinnunevndini, at leingja verandi skipan í eitt/ tvey ár, verður samtykt.

Pensjónsnýskipanin: Miðflokkurin sleppur at seta síni fingramerki á pensjónsnýskipanina. Flokkurin ynskir m.a., at skattafría grundarupphæddin fær frið og at hendan verður hækkað til tað støðið, hon var á, áðrenn núverandi samgonga lækkaði hana.

Fosturtøkulógin: Munandi átøk mugu gerast fyri at minka um talið á fosturtøkum. Allur hugsandi stuðul, fíggjarligur, sosialur og heilsuligur, má veitast trongstøddum familjum, sum eru komin í ta støðu, at tey umhugsa fosturtøku. Stuðulin má veitast frá áðrenn barnið er føtt og so leingi foreldrini/ kvinnan hevur tørv á tí. 

Bústaðartrupulleikin: Bústaðarpolitikkurin má endurskoðast, so vit skjótast fáa gjørt munagóð átøk á bústaðarmarknaðinum, til bata fyri barna- og aðrar fíggjarliga sperdar familjur.  Í hesum sambandi mugu “Bústaðir” eftirmetast og endurskoðast fyri at kunna fremja ein meira virknan bústaðarpolitikk. 

Búskapargrunnurin: má ikki koma framum vælferðarsamfelagið og enda sum “ein heiløg kúgv”.

Undirsjóvartunnilin:  Landið setur pening av til at gera innkoyringarveg báðumegin undirsjóvartunnilin, tvs. í Runavík og í Havn.

Tunnlar norður um fjall: Samgongan fer sum skjótast undir at seta tunnilsuppskotið, sum NUMO hevur gjørt fyri kommunurnar norðan Fjall, í verk.

Byggilógin: Verandi byggilóg má lagast til føroysk viðurskifti. 

Farleiðin til Hest: Farleiðstrupulleikin út í  Hest má loysast.

Medicinskt Kannabis: Føroyar og føroyingar verða partur av komandi uppskotinum um royndarætlan við medisinskum kannabis, sum ætalnin er at samtykkja í Fólkatinginum áðrenn ársskiftið.

Stjórnarskipanin: Nágreinast skal, at landið byggir á kristnan grundvøll og at øll hava rætt til lív, frá gitnað til nátúrligt andlát. 

Kringvarpið: Miðflokkurin ynskir, at Kringvarpsgjaldið verður tikið av.

Hjúnabandslógin: skipað verður fyri fólkaatkvøðu um gjørdu broytingarnar í hjúnabandslógini, áðrenn 1. juli  í 2018.

Uppskot í Løgtinginum: 

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum um “mismun og javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum”. 

Uppskot Miðfloksins um at framskunda byggingina í Suðurstreymi av heimi til fólk við autismu verður samtykt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981