- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan ger Føroyar stuttligari og betri land

Ferðavinnan í Føroyum fer at vaksa, sama hvat politikararnir gera.
Tí er avbjóðingin at stýra vøkstrinum og menningini og at skipa eina ábyrgdarfulla ferðavinnu.
Vit hava brúk fyri ferðavinnuni í Føroyum.
Vit skulu bara duga betur at bjóða okkum fram, tora betur at taka pengar fyri okkara tænastur og vørur og duga at síggja virðið í tí serstaka, vit hava at bjóða.
Ferðavinnan ger Føroyar til eitt stuttligari og betri land at búgva í.
Ikki í iva
Poul Michelsen, landsstýrismaður, er ikki í iva í framløguskrivinum í sambandi við aðalorðaskiftið, sum verður í løgtinginum í dag um ferðavinnu.
Grundarlagið undir orðaskiftinum er frágreiðingin Ferðavinna í Føroyum, ein ábyrgdarfull og burðardygg leið, sum landsstýrismaðurin fekk fyrst í mai í ár.
Tingfundurin í dag er klokkan hálvgum tíggju.