- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnuna

Fríggjadagin verður aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnu.
Poul Michelsen leggur fram frágreiðing um ferðavinnuna á tingfundinum í dag.
Á tingfundinum í dag eru annars sjey fyrstu viðgerðir á skránni.
Millum teirra er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, um, at fakfelagslimir kunnu draga limagjald til yrkisfelag frá í skatti.
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at arbeiðsgevarar kunnu, sambært skattalógini, draga gjald til yrkisfelag frá í skatti, men arbeiðstakarar hava ikki sama rættin.
Og uppskotið hevur til endamáls at javnseta partarnar á arbeiðsmarknaðinum á hesum øki, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Uppskotið var eisini á skránni fyri tingfundin í gjár, men tað varð flutt til í dag.