Finnlendingar fingu fýra av fimm heiðurslønum

Finnlendingar fingu fýra av fimm heiðurslønum
Kirsten Thorup, sum fekk heiðurslønina fyri bókmentir, kemur til Føroya seinni í november
Kirsten Thorup í Helsinki í gjár. Hon verður í Norðurlandahúsinum 25.november.
Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org  
 
02.11.2017 - 07:11

Finnland gjørdist stóri vinnarin, tá Norðurlandaráðið í gjár avdúkaði, hvør fær ársins mentanarheiðurslønir.

Finnlendingar fingu fýra av teimum fimm heiðurslønunum.

Selma Vilhunen fekk heiðurslønina fyri besta filmin, dirigenturin Susanna Mälkki fekk tónlistarheiðurslønina, Jonne Hellgren, stjóri í fyrtøkuni

RePack fekk umhvørvisheiðurslønina, og teknarin Linda Bondestam fekk heiðurslønina fyri barna- og ungdómsbókmentir saman við svenska rithøvundanum Ulf Stark, sála. 

Kirsten Thorup úr Danmark fekk bókmentaheiðurslønina. 

Kirsten Thorup verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 25.novenber. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109

Meira um sama evni