- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS tapti ímóti Varðanum
Teir 11 partaeigararnir í partafelagnum Varðin í Gøtu, hava rætt til 310 milliónir kr. í skattfrádrátti.
Tað var niðurstøðan hjá Føroya rætti í málinum, sum Toll- og Skattaráð Føroya bað rættin taka støðu til.
Eftir at hægstirættur í mars í 2015 tók avgerð í einum øðrum skattamáli hjá eigarunum í Varðanum, vildu teir 11 eigararnir í Varðanum hava bindandi svar frá Taks um, at partabrøvini framhaldandi kunnu seljast skattafrítt.
Nei, segði Taks - partabrøvini eru ikki fevnd av yvirgangsregluni í kapitalvinningsskattalógini, ið loyvir skattafríari sølu upp til virðið pr ultimo 2006, sum var 887,6 milliónir kr.
Teir 11 eigararnir í Varðanum kærdu svarið frá Taks til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Kærunevndin gav eigarunum viðhald, vísandi til hægstarættardómin.
"Tá tað ikki er viðurkent skattarættarliga, at partabrøvini eru seld í einum høpi, so eru tey sum útgangsstøði ikki seld skattarættarliga í einum øðrum høpi. Hetta merkir, at partabrøvini ikki kunnu metast at vera seld, og eru fevnd av skiftisregluni."
Men ta niðurstøðuna hjá Skattakærunevndini góðtók Taks ikki. Taks vísti á, at Hægstirættur ikki tók støðu til, hvørt partabrøvini eru fevnd av skiftisregluni í kapitalvinningsskattalógini. Taks tulkar hægstarættardómin soleiðis, at ein søla fór fram, sjálvt um seljari og keypari vóru somu persónar, men í ymsum feløgum. Eisini vísti Taks á, at konstruktiónin, sum teir 11 partaeigararnir brúktu, hevði einki vinnuligt endamál, men varð gjørd fyri at sleppa undan skatting og tó framvegis eiga og hava ræðið á fyritøkuni.
Teir 11 eigararnir í Varðanum vóru grundleggjandi ósamdir við Taks. Teirra uppáhald var, at eru partabrøvini í skattligum samanhangi ongantíð seld, so eru tey framvegis umfatað av skiftisreglunum.
Av tí at Skattakærunevndin hevur somu niðurstøðu sum teir 11 eigararnir, so noyddist Toll- og Skattaráð Føroya, sum er myndugleikin omanfyri Taks, at fara í rættin við málinum. Taks vildi hava Føroya Rætt at staðfesta, at bindandi svarið frá Taks til eigararnir í Varðanum er galdandi. Men tað gjørdi Føroya rættur ikki, og vísti til avgerðina hjá skattakærunevndini, tað vil siga, at Taks tapti málið í rættinum. Eftir niðurstøðuni hjá rættinum, og fyritøkan verður seld, sleppa teir 11 partaeigararnir undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum av søluupphæddini - og tá kapitalvinningsskatturin er 35%, so sleppa teir undan 310 milliónum krónum í skatti.