- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna matvøruprísin í Grønlandi
Eitt umboð fyri Partii Naleraq hevur mælt landstinginum til at kanna orsøkirnar til, hví gerandisvørur í Grønlandi eru so dýrar. Í uppskotinum, sum kemur til viðgerðar í Landstinginum í dag, er eisini eitt krav um, at eitt uppskot kemur um átøk at lækka prísirnar.
Prísstigið í Grønlandi er 6,3 prosent hægri enn í Danmark, tá vørur og tænastur verða roknaðar undir einum, upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Hans Enoksen, um hevur fingið tølini frá Grønlands Statistik.
Sambært hagtølunum eru matvørur, drykkivørur, rúsdrekka, tubbak og samskiftisútbúnaður nógv dýrari í Grønlandi enn í Danmark. Hinvegin eru bústaðir, vatn, streymur og gass bíligari í Grønlandi.
Landsstýrismaðurin tekur undir við at gera eina kanning av prísunum. Hann sigur, at tølini hjá Grønlands Statistik vísa, at prísirnir í ES eru enn lægri enn í Grønlandi og Danmark, og tí er tað eitt gott hugskot at taka prísstigið í øðrum londum við í kanningina, sigur Hans Enoksen.