Mælir til stór reiðarí og útlendskar íløgur

Mælir til stór reiðarí og útlendskar íløgur
Kappingareftirlitið hevur somu hugsan um nýggju fiskivinnunýskipanina sum um fyrra uppskotið. Mælir til nógvar broytingar
Fiskivinnan í Føroyum hevur brúk fyri útlendskum íleggjarum. Annars noyðist hon at læna ov nógv, sigur Kappingareftirlitið.
 
24.10.2017 - 07:09

Hóast mørkini fyri eigaraavmarking eru hækkað í nýggja uppskotinum um fiskivinnulóg, mælir Kappingareftirlitið framvegis til, at reglurnar um anti-trust heilt verða strikaðar í nýggju lógini.

Kappingareftirlitið var í Vinnunevndini í gjár. 

Har fekk nevndin at vita, at hóast lógaruppskotið er broytt, eru sjónarmiðini hjá Kappingareftirlitinum ikki broytt.

Tey eru tey somu sum í summar, tá fyrra uppskotið var til viðgerðar.  

Kappingareftirlitið sigur, at eigaraavmarkingin forðar fyri fleiri samanleggingum í fiskivinnuni, samanleggingum, sum kundu givið eitt positivt íkast til føroyska samfelagið.  

Tað hevur týdning, at vit hava reiðarí, sum megna meira enn bara at fiska. 

Verður ein størri miðsavning loyvd, verða feløgini betur før fyri at átaka sær størri part av virðisketuni, heldur Kappingareftirlitið. 

Útlendskir eigarar koma við pengum 

Kappingareftirlitið hevur eisini aðrar viðmerkingar um lógaruppskotið.

Tað mælir frá at skerja møguleikan hjá útlendingum at eiga í føroyskum fiskiskipum. Markið eigur at vera 49 prosent. 

Tí fiskivinnan hevur brúk fyri øðrum kapitali enn lánum.

Tað er heldur ongantíð staðfest, at útlendskar íløgur í føroyskari fiskivinnu eru nakar trupulleiki, sigur Kappingareftirlitið.

Ikki Fiskimálaráðið

Kappingareftirlitið mælir frá, at Fiskimálaráðið letur veiðiloyvi. Tað eiga óheftir stovnar at gera.

Kappingareftirlitið heldur eisini, at løgtingið eigur at brúka skattalógina ella aðrar skipaninir, og ikki fiskivinnulóggávuna, um tað vil rætta samfelagsligir ójavnar og aðrir skeivleikar. 

Samanumtikið heldur kappingareftirlitið, at virkisfrælsið hjá fiskivinnuni verður ov nógv skert við lógini, sum nú er í tinginum.

Tað ger so, at tað kann gerast torført hjá fiskivinnuni at laga seg eftir skiftandi umstøðum. 

Bæði í dag og í morgin er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, biðin um at koma á fund í Vinnunevndini, sum viðger fiskivinnunýskipanina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164