- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kemilux í Danmark í rættin við Kemilux i Føroyum
Eitt stríð um eitt navn er í Eystara landsrætti í Havn í dag.
Navnið er Kemilux.
Rent Miljø-Kemilux ApS í Hirtshals stevndi í 2015 Kemilux Industri í Havn.
Felagið í Danmark kravdi, at felagið í Føroyum gavst at brúka heimasíðuheitið kemilux.dk og gav Rent Miljø-Kemilux hetta heitið.
Men fyrst í desember í fjør frídømdi Føroya rættur Kemilux í Føroyum.
Fútabann ógildað
Rætturin ógildaði eisini forboðið hjá Fútarættinum móti Kemilux í Føroyum, sum ikki mátti brúka navnið Kemilux.dk. Tað forboðið kom í september 2015.
Og Kemilux í Danmark varð dømt at lata Kemilux í Føroyum vørumerkið Kemilux og teldupostbústaðin kemilux@kemilux.dk.
Harafturat bannaði Føroya rættur Rent Miljø at brúka navnið Rent Miljø-Kemilux ApS og strika tað í felagsskrásetingini.
Fór víðari við dóminum
Men felagið í Danmark góðtók als ikki dómin hjá Føroya rætti og appelleraði til Landsrættin, sum hevur málið á skránni í dag.
Dómurin hjá Føroya rætti sigur tó eisini, at Kemilux Industri breyt lógina um marknaðarføring við lýsingartiltaki og yvirlýsing í juni í fjør. Sektin er 5.000 kr. fyri tað.
Yvirskriftin har var kopivørur skaða umdømið hjá Kemilux í Danmark. Hesar vørurnar, sum Kemilux kallaði kopivørur, seldi Sapulux í Danmark.
Rent Miljø-Kemilux ApS skuldi rinda Kemilux Industri 75.000 kr. fyri sakarmálskostnað.
Men Kemilux í Føroyum fekk ikki tær 100.000 kr., sum stevnt varð eftir í endurgjaldi.
Seldi vørur hjá Kemilux
Frá 2011 til 2014 seldi Rent Miljø-Kemilux vørurnar hjá Kemilux Industri í Danmark og Grønlandi.
Hóast Rent Miljø-Kemilux er danskt felag í Hirtshals, eru stjórin og tveir nevndarlimir, millum annað formaðurin, føroyingar.
Gullak Arngrimsson Madsen stovnaði felagið, sum reiðaríið hjá honum, Ruth, eigur.