Tvey nýggj kommunulæknastørv

Tvey nýggj kommunulæknastørv
Nú fara tveir nýggir kommunulæknar afturat at verða settir í starv. Annar verður settur í starv á Skálafjørðinum, og hin í Suðurstreymi.
 
19.10.2017 - 15:28

Løgtingið samtykti í dag at hækka játtanina til kommunulæknaøkið, so tað nú ber til at økja talið á kommunulæknastørvum við tveimum nýggjum størvum. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í viðmerking, at hon fer beinanvegin at heita á Heilsutrygd um at lýsa størvini leys, so tey kunnu verða sett skjótast gjørligt, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið.

Landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum eru samd um, at ein av teimum nú tilsamans fýra kommunulæknunum í Skálafjarðar læknadømi skal halda til í viðtaluhølunum á Strondum.

Økta talið á kommunulæknum fer eftir ætlan at hava við sær, at heilsutænastan til borgararnar í hesum økjum verður betri, enn hon er í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948