- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit órógvar samráðingar um uppsjóvarfisk
Lítið bendir á, at strandarlondini, sum nú samráðast um norðhavssild og svartkjaft í London, verða samd.
Londini hava ikki verið samd trý tey seinastu árini, og nú er Brexit komið afturat.
ES kann ikki rættiliga koma við krøvum, tí tey hava higartil bygt á bretskan sjógv.
Tá Bretland fer úr ES, væntandi í 2019, er áhugin tí ikki so stórur fyri ES sjógvi longur.
ES noyðist tí at finna aðrar grundgevingar at byggja síni krøv á.
Bæði Noreg og Føroyar fiska mest í bretska partinum í ES sjógvi.
Semja um makrel
Í síðstu viku samdust Føroyar, Noreg og ES tó um makrelin næsta ár. Ísland og Grønland eru framvegis ikki við í avtaluni millum Føroyar, Noreg og ES.
Sambært avtaluni eiga Føroyar 12,6 prosent av makrelkvotuni.
Føroyska makrelkvotan minkar 25.000 tons næsta ár, niður í 103.000 tons.
Gamlir lyklar
Seinast, strandarlondini samdust um, hvussu norðhavssildin skal býtast, var í 2007.
Árið fyri varð avtala gjørd um, hvussu svartkjafturin skal býtast.
Men hesar avtalur verða ikki virdar longur, tí londini vilja ikki vita av teimum.
Londini hava eisini roynt í millumlandafelagsskapinum NEAFC at finna nýggjar býtislyklar. Men eisini har verður bíðað eftir Brexit.
Tað ger tað heldur ikki lættari at finna semju nú enn í 2006 og 2007, tí fiskifrøðingar mæla til minni fiskiskap nú enn tá.