- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin er nú settur
Lars Fodgaard Møller tekur við eftir Henrik L. Hansen, sum hevur verið landslækni seinastu tvey árini.
Lars Fodgaard Møller tekur við tann 1.november.
Lars Fodgaard Møller er serlækni í samfelagsmedisini og hevur leingi arbeitt í danska heilsuverkinum og í øðrum londum.
Frá 1.oktober til 1.november er Anette Lykke Petri, skrivstovustjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed, settur landslækni í Føroyum.
Fimm søktu
Henrik L. Hansen er farin til Grønlands at arbeiða.
Fimm umsóknir vóru til starvið sum landslækni í Føroyum.
Hetta varð aðru ferð, at roynt varð at fáa fólk í starvið.
Søkt varð fyrru ferð síðst í mars, og tá var umsóknarfreistin 23.apríl. Eingin søkti tá.
Landslæknin í Føroyum er danskt málsøki.