Tvey stór mál skulu latast tingfólki í dag

Tvey stór mál skulu latast tingfólki í dag
Framtíðin hjá fiskivinnuni og hjá øllum føroyingum er borin løgtinginum
Tingsalurin hevur verið tómur í tríggjar vikur, men tingfundur er í dag.
 
14.09.2017 - 07:19

Annað uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan, og uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan skulu leggjast fram á tingfundinum í dag.

Uppskotini eru borin løgtinginum innan fyri freistina, sum er tríggir yrkadagar, so tey kunnu fyri tað leggjast fram í dag.

Í sambandi við framløguna fer løgtingsformaðurin at boða frá, um løgfrøðingarnir hjá løgtinginum, sum hava kannað bæði uppskotini, hava nakrar viðmerkingar um tey.

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Tingið skal eisini viðgera uppskotið um fleiri pengar til Glasir og eykajáttanarlógina hjá landsstýrinum í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301