Maður tikin fyri at skjóta eftir sethúsum í Hoyvík

Maður tikin fyri at skjóta eftir sethúsum í Hoyvík
Seinnapartin í gjár varð ein maður tikin fyri at skjóta eftir sethúsum. Hann er avhoyrdur, skuldsettur og latin leysur. Maðurin hevur vápnaprógv.
Politiið fekk fráboðan um skjóting kl.15.20 í gjár.
 
11.09.2017 - 07:11

Ein maður í um 40 ára aldur varð tikin seinnapartin í gjár fyri at skjóta millum hús í Hoyvík, upplýsir politiið.

Skotið varð gjøgnum ein rút í einum sethúsum, skotið rakti eisini veggin við vindeygað. Eingin varð tó raktur, hóast fólk var inni.

Maðurin var ávirkaður, tá hann varð tikin, so hann er ikki avhoyrdur fyrr enn fyrrapartin í dag og er nú latin leysur aftur.

Maðurin játtar at hava skotið. 

Maðurin hevur vápnaprógv, og hann eigur tríggjar byrsur. 

Allar tiknar

Politiið hevur tikið allar byrsurnar frá manninum og hevur mælt Umhvørvisstovuni til at taka aftur vápnaprógvið hjá manninum.

Maðurin er skuldsettur fyri brot á vápnalógina og politiviðtøkuna.

Hann er fyribils eisini skuldsettur fyri at bróta revsilógina, tí hann hevur við atburði sínum sett lív og heilsu hjá øðrum í vanda.

Møguliga hevur maðurin latið flerir skot av í gjár, men tá hann skeyt eftir einum húsum, bleiv politiið boðsent.

Hann var staddur uttanfyri, tá hann skeyt eftir húsunum.

Maðurin varð tikin uttan hóvasták, sigur politiið. Politiið kennir mannin væl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114