- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umrøða Gigni í næstu viku
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur boðið stjóranum í Heilsutrygd og dagliga leiðaranum í Gigni á fund í næstu viku, at viðgerða framtíðina hjá Gigni.
Millum annað skal støða takast til, hvørt stovnurin skal vera sjálstøðugur stovnur, ella um hann skal leggjast saman við einum ella fleiri øðrum stovnum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum.
Landsgrannskoðanin finnst at fíggjarviðurskiftunum í Gigni
Í løtuni er stjórin í Heilsutrygd settur sum fyrbilsstjóri í Gigni, og ein royndur heilsufrøðingur røkir dagligu leiðsluna í Gigni.
Fyrrverðandi stjórin í Gigni segði seg úr starvi 1. juli, eftir harðar atfinningar frá Landsgrannskoðanini av fíggjarviðurskiftunum á stovninum.
Neyðugt er tí at fáa greiðu á, hvussu bygnaðurin og leiðslan skal verða í Gigni framyvir, sigur Sirið Stenberg.
Landsgrannskoðanin vísti í frágreiðingini frá síðstu viku á, at feilir og vánalig umsiting merkja roknskapin hjá Gigni. Nevnd verða væntandi skjøl og veikt ella einki innaneftirlit. Millum annað eru keypskort brúkt soleiðis, at ivi er um, um keypt er fyri kortini til at reka stovnin Gigni.
Og ein orsøk til at bygnaðurin í Gigni skal endurskoðast, er júst, at stovnurin tykist umsitingarliga veikur, segi Sirið Stenberg við útvarpið í fyrru viku.
Partur av heilsunýskipanini
Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við heilsunýskipanini, og at umskipa primeru heilsutænasturnar, tað vil siga heilsutænastur uttanfyri sjúkrahúsinini, og tænasturnar, sum Gigni veitur, eru eisini við í hesum umskipanararbeiðnum.
32 fólk starvast í Gigni, og ein fyrimunur við at leggja stovnin saman við t.d. øðrum stovnum, ið veita heilsutænastur, kann verða, at bæði fakliga umhvørvið og leiðsluumhvørvið verður størri, heldur Sirið Stenberg.
Støða skal takast til spurningin viðvíkjandi bygnaðin í Gigni tíðliga í heyst.