- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljudálking í Havn

Oljan sást eisini í gjár, men tað hevur ikki eydnast sløkkiliðnum at staðfesta, hvaðani oljan stavar.
Brek í skipanini
Seinasta vikuskifti var oljudálking við vestaru bryggju í Havn. Eitt skip bunkraði olju, men brek var í pumpuskipanini, sum gjørdi, at 20 - 30 litrar av olju runnu á sjógv.
Tórshavnar Sløkkilið varð boðsent at taka oljuna upp, sum fleyt framvið vestaru bryggju, og eigarin av skipinum játtaði at rinda fyri uppruddingina.
Møguliga stavar oljan, sum bráar á sjónum í dag, frá oljudálkingini um vikuskifti.
Oljan kann hava ligið eftir inn undir kajini, og vindur, rák inni í havnini og fjøra kunnu gera, at henda oljan kemur undan kavi. Men tað kann ikki staðfestast, sigur Heini Østerø, átaksleiðari.