Loyvi skal til at flyta seyð millum oyggjarnar

Loyvi skal til at flyta seyð millum oyggjarnar
Heilsufrøðiliga minnir á reglurnar um seyðasjúkuna ridluskriða, sum er staðfest í trimum oyggjum í Føroyum
Ridluskriði er ólekjandi. Hann setur seg í heilan hjá seyði. Seyðurin verður rillutur, fær illa gingið og dettur. Eisini hevur seyðurin herviligan kláa.
 
07.09.2017 - 07:27

Tey, sum ætla at flyta seyð millum oyggjar, skulu hava loyvi til tess. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan ger aftur vart við galdandi reglur um seyðasjúkuna ridluskriða.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skal geva loyvi í hvørjum einstøkum føri. Loyvið kostar 170,00 kr.

Ridluskriði er staðfestur í trimum oyggjum, Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni. 

Og ikki er loyvt at flyta seyð úr teimum trimum oyggjunum í oyggjar, har sum ridluskriði ikki er funnin.

Á heimasíðuni hfs.fo er nógv meira um ridluskriðan og reglurnar, sum eru galdandi um sjúkuna og seyðaflutning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947