Tveir tímar ov stutt tíð til herd krøv um dálking

Tveir tímar ov stutt tíð til herd krøv um dálking
Kunngerð á veg um skip, sum dálka. Eitt krav í nýggju kunngerðini er ov hart, heldur Reiðarafelagið fyri farmaskip
Útlendsk skip bíða leingi millum oyggjarnar eftir næstu last.
 
04.09.2017 - 07:05

Tveir tímar eru ov lítið, men 12 tímar eru hóskandi.

Tað heldur Reiðarafelagið fyri farmaskip um uppskotið um kunngerðina um luftdálking frá skipum.

Skip, sum koma til Føroya, skulu brúka olju, sum lýkur krøvini í kunngerðini um svávul.

Hetta er tó ikki galdandi fyri skip í fastari rutusigling, sum liggja við bryggju styttri enn tveir tímar.

Reiðarafelagið fyri farmaskip heldur, at uppskotið neyvan er vent móti virknari vinnu, men heldur móti skipum, sum liggja við bryggju ella fyri akker í Føroyum í longri tíð. 

Felagið heldur tí, at tveir tímar eru ov stutt tíð sum avmarking hjá skipum at liggja.

Reiðarafelagið fyri farmaskip mælir til, at tíðarskeið verður 12 tímar. 

Harðari krøv til skip

Føroysku krøvini um, hvussu nógv skip sleppa at dálka luftina, verða herd við kunngerð um luftdálking frá skipum.

Endamálið við kunngerðini er fyrst og fremst at avmarka svávuldioxid í roykinum frá skipum. 

Krøv verða sett um, hvussu nógv svávul kann vera í brennioljuni.

Harafturat eru reglur um at brenna burturkast á skipum.

Við kunngerðini fara Føroyar at hava somu reglur um svávuldioxid frá skipum sum grannalondini hava.

Útlendsk skip liggja millum oyggjar í Føroyum, meðan tey bíða eftir farmi, tí her sleppa tey at dálka meira enn í Danmark til dømis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977