- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra kommunur fingu minni í skatti
Fýra kommunur fingu minni í skatti
Hinar 25 kommunurnar fingu meira í skatti í fjør
13.01.2025 - 12:35
Fýra kommunur fingu minni inn í skatti í fjør enn í 2023.
Tað eru Eysturkommuna, Húsavíkar, Hvalbiar og Sumbiar kommunur, ið hava fingið minni í skatti.
Talan er tó um lítla afturgongd, millum null og tvey prosent.
Hinar 25 kommunurnar hava fingið meira inn í skatti.
Í prosentum hava Fugloyar, Hovs og Porkeris kommunur havt størsta vøkstur í inntøkunum, millum 11 og 14 prosent.
Í tølum eru tað tó tær størstu kommunurnar, Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunur, ið hava havt størsta vøksturin.
Tórshavn hevði 82 milliónir, Runavík 16 milliónir og Klaksvík 12 milliónir krónur í meirinntøkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV