Grindafólk: Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá Watson í Føroyum

Grindafólk: Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá Watson í Føroyum
Grindamannafelagið finst í tíðindaskrivi hvassliga at donsku stjórnini fyri at hava latið Paul Watson leysan. Danska stjórnin tosar við tveimum tungum, heldur felagið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2024 - 10:15

Tað er fallið Grindamannafelagnum fyri bróstið, at danska stjórnini hevur avgjørt ikki at útflýggja Japan kanadiska umhvørvisatgerðarmannin Paul Watson. 

"Danmark (hevur) óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum. Hetta kann føra til keðiligar avleiðingar í framtíðini," skrivar Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum, í tíðindaskrivinum. 

Grindamannafelagið vísir á, at Watson og felagsskapir hansara - tí teir eru fleiri, og Paul Watson er ikki longur partur av Sea Shepherd - eru væl kendur í Føroyum.

 

Enn virkin í Føroyum

Palu Watson var fyrstu ferð í Føroyum í 1986 saman við Sea Shepherd. Grindamannafelagið ger vart við, at Paul Watson tá valdi at bróta landsins lógir, og síðani rýma úr landinum, uttan at tað fekk rættarligar avleiðingar fyri nakran.

"Tað er enntá skjalfest í løgreglufrágreiðingum og filmsbrotum, at hann skeyt við skørpum eftir myndugleikunum, sum royndu at handtaka hann," skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivinum. 

Sambært Grindamannafelagnum, so vóru fleiri dømir í summar um, at Paul Watson og hansara felagsskapir enn eru virknir her á landið, og at landsins lógir framvegis ikki verða hildnar.

"Tað sóu vit millum annað fleiri ferðir farna summar, tá grindir blivu hildnar til," skrivar Grindamannafelagið.

 

Øsing og óvissa

Hetta er til mikla øsing millum grindafólk, staðfestir Grindamannafelagið, men samstundis heitir danski myndugleikin á føroysk grindafólk um at sissa okkum og gera sum vit altíð hava gjørt. Myndugleikarnir skulu taka sær av at lógirnar verða hildnar.

"Sjálvandi akta vit, og gera sum tað verður sagt, men seinastu tíðina hava aktivistarnir broytt taktikk, til at melda grindafólk, sum gera sum tey altíð hava gjørt. Eftirfylgjandi fáa grindafólkini eina heilsan frá sama danska ákæruvaldinum, um at møta til avhoyringar, tí tey eru meldaði av aktivistum, fyri brot á grinda- ella djóravælferðarlógina," skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivinum. 

"Talan er um vanlig siðilig grindafólk, sum skulu liva við tí óvissu, at tey møguliga fáa eitt sakarmál í móti sær, bara tí tey hava gjørt sum tey altíð hava gjørt, júst sum danski myndugleikin hevur biði tey. Okkurt málið er komið til dóms, og avhoyringar eru gjørdar í øðrum málum, sum enn ikki eru komin til dóms."

 

Vandi fyri borgarligum handtøkum

Grindamannafelagið ásannar, at tað er stúrið um framtíðina.

Felagið heldur, at við ikki at útflýggja Japan Paul Watson, so hevur Danmark óbeinleiðis góðkent tað virksemi, sum aktivistar føra í Føroyum. 

"Hetta kann føra til keðiligar avleiðingar í framtíðini, og vit mugu ikki koma hartil, at øll ikki eru líka fyri lógini, ella at grindfólk aftur verða trýst til at gera borgarligar handtøkur, sum vit vóru vitni til fyri nøkrum árum síðan," skrivar altso Grindamannafelagið í tíðindaskrivi, sum er undirskrivað av Esmari Joensen, formanni. 


Paul Watson, meðan hann enn sat varðhaldsfongslaður í Anstalten í Grønlandi (Mynd: Mads Madsen/Ritzau Scanpix)

 

>>Tíðindaskrivið frá Grindamannafelagnum kann lesast HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 5
185238
Týsdag 17. desember
E elski Førjar 4
185233