- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir nýggjum stjóra til Posta
Hesa vikuna ella í næstu viku verður søkt eftir nýggjum stjóra til Posta.
Tað váttar Árni Ellefsen, nevndarformaður.
Hans Jákup Langgaard var stjóri í Posta í tíggju mánaðir.
Í oktobur segði Hans Jákup Langgaard seg úr starvi sum stjóri í POSTA, eftir at hava verið stjóri í einans tíggju mánaðir.
Við sær fekk Hans Jákup Langgaard løn í eitt hálvt ár og 200.000 krónur í bonus.
Árni Ellefsen er nevndarformaður í Posta.
23. oktobur boðaði nevndin frá, at til nýggjur stjóri var settur, skuldi Edvard Remberg vera fyribilsstjóri. Edvard Remberg hevur verið KT-leiðari á Posta síðani 2014.
1. novembur var greitt, at nevndin varð skift út, og Árni Ellefsen var nýggjur nevndarformaður.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum varðar av Posta, segði tá, at neyðugt var at tillaga felagið, og at Árni Ellefsen hevði neyðugar royndir og førleikar til hetta.
Um stjóralønina á Posta segði Bjarni K. Petersen tá:
Nú verður so søkt eftir nýggjum stjóra.
Árni Ellefsen roknar við, at Posta fær nýggjan stjóra í mars ella apríl mánaði.