- Tíðindi, mentan og ítróttur
19 milliónir fyri 18.000 tons
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/svartkjaft.jpg?itok=Izbm5PKB)
Landskassin fekk stívliga 19 milliónir krónur burturúr, tá Fiskamarknaður Føroya seinnapartin seldi rættin at fiska 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu.
Sjey keyparar bjóðaðu seg fram á uppboðnum, og seks teirra keyptu.
Næraberg, Borgarin, Norðborg, Tummas T, Jupiter og Nýborg keyptu á opnu uppboðssøluni ídag.
Fiskamarknaðurin upplýsir ikki, hvussu nógv hvørt skipið hevur keypt og fyri hvønn prís. Tær upplýsingarnar kemur Fiskimálaráðið við seinni ídag.
Greitt er tó, at tey 18.000 tonsins av svartkjafti og norðhavssild eru seld fyri 18 milliónir og 983.000 krónur, og tí er miðalprísurin 1,05 krónur fyri kilo.
Uppboðssølan í dag er tann triðja av tilsamans átta uppboðssølum, sum verða hildnar í august og september.
Í síðstu viku seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat. Tískil hevur Fiskimálaráðið, umvegis Vørn og Fiskamarknaðin, selt rættindi fyri tilsamans 61 milliónir krónur higartil í ár.
Hósdagin verður afturlatin uppboðssøla. Tá selir Vørn 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.