- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keyptu fyri 19 milliónir krónur
Fiskamarknaðurin hevur selt rættindi at fiska makrel og botnfisk í Barentshavinum fyri góðar 19 milliónir krónur.
Fyrsta opna uppboðssølan í ár hevur verið.
Seld vóru rættindi at fiska 5.447 tons av makreli og 1.106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum.
10 fyritøkur royndu at keypa, sjey teirra vunnu á uppboðssøluni.
Bæði Pelagos og Vestmanna Seafood keyptu makrelrættindi til Fram.
Næraberg keypti mest á uppboðssøluni, 1.910 tons fyri góðar 6 milliónir krónur.
Eisini keypti Framherji til Høgaberg, og Varðin keypti til Tummas T.
Norðborg keypti eisini makrelrættindi á uppboðssøluni.
Makrelrættindini kostaðu í alt slakar 17 milliónir krónur. Miðalprísurin var 3,12 krónur.
J.F.K Trol keypti til Gadus øll rættindini til botnfisk í Barentshavinum, 1.106 tons fyri 2,1 millión krónur.
Og í alt kostaðu rættindini at fiska góðar 19,1 millión krónur