Kristina skal kanna Høgna og Aksel

Kristina skal kanna Høgna og Aksel
Kristina Samuelsen, advokatur, skal kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið.  
 
18.08.2017 - 12:58

Kristina Samuelsen, advokatur, skal kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið.  

Tað hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, avgjørt. 

15 løgtingsfólk heittu á løgtingsformannin um at kanna lutin hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301