Nógv at gera men einki stórt lógarbrot fráboðað

Nógv at gera men einki stórt lógarbrot fráboðað
Fólk, sum svóvu í regninum, vórðu koyrd til hús.
Politiið hevur havt nógv at gera higartil á ólavsøku, men einki stórt lógarbrot er fraboðað.
 
29.07.2017 - 10:04

Politiið hevði nógv at gera ólavsøkuaftan og ólavsøkunátt, men tey stóru lógarbrotini vóru tó ikki.

Ein maður er skuldsettur fyri herverk, fyri at bróta ein rút í einum sethúsum í Havn, og ein annar er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Annars fekk 112 nógvar fráboðanir um fólk, sum vóru dottin ella á annan hátt høvdu meiðslað seg.

Avdottin

Og politiið koyrdi fólk til hús, sum lógu avdottin úti. 

Serliga eftir klokkan fýra í nátt, tá tað fór at regna, vóru fólk skjótari at boða frá avdotnum fólkum.

Eingin varð tó koyrdur í brummuna í Klaksvík at sova rúsin av sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114