- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsevni: 11 fólk tikin í Grønlandi og Danmark
Rúsevni: 11 fólk tikin í Grønlandi og Danmark

25.07.2017 - 15:16
Politiið tók í gjárkvøldið og í nátt 11 fólk í Nuuk í Grønlandi og í Danmark í einum stórum átaki móti rúsevnum.
Væntandi verða fleiri handtøkur aftrat, sigur politiið í tíðindaskrivi. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
Handtøkurnar eru úrslit av rannsóknum í langa tíð. Og í nátt vórðu so rannsóknir gjørdar nógvastaðni og handtøkur framdar. Fleiri vápnaðir politistar vóru við í átakinum.
Tey handtiknu kom til grundlógaravhoyring í býarrættinum í Nuuk seinni í dag , væntandi fyri læstum hurðum, sigur politiið, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV