MobilePay í Føroyum í vár

MobilePay í Føroyum í vár
MobilePay er ein app á fartelefonini, sum kann flyta pengar millum brúkarar, uttan at rita inn á netbankan
 
21.02.2025 - 14:32

Nú kanst tú skjótt brúka MobilePay í Føroyum.

Føroysku peningastovnarnir hava í fleiri ár samskift við MobilePay, um at fáa tænastuna tøka í Føroyum. Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at privatkundar væntandi kunnu byrja at brúka MobilePay í apríl.

MobilePay er ein app á fartelefonini, sum kann flyta pengar millum brúkarar, uttan at rita inn á netbankan.

Tað ger tað skjótt at rinda í handlum og nethandlum, og at flyta øðrum pengar.

Vinnurekandi og felagsskapir fáa eisini gagn av MobilePay, eftir ætlan kunnu hesi byrja at taka ímóti gjaldingum fyri summarfrítíðina.

Tá verður munandi lættari at taka ímóti gjaldinum til ítróttartiltøk, festivalar, í handlum, á kaffistovum og á matstovum, skriva føroysku peningastovnarnir í tíðinaskrivi.

Av tøkniligum ávum hevur tað higartil ikki borið til at brúkt føroysk p-tøl, v-tøl, telefonnummur og Samleikan í MobilePay, og tí hevur appin ikki riggað í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962