Komu inn við fýra deyðum monnum

Komu inn við fýra deyðum monnum
Fyrrapartin kom ein russiskur trolari á Sund, tí fýra mans eru deyðir umborð
Russiski trolarin, Kaptain Sulimov, við bryggju á Sundi í dag
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
14.07.2017 - 13:59

Eingin veit nakað um orsøkina til at menninir doyðu. Umboðsmaðurin hjá skipinum boðaði løgregluni frá um hendingina, og tá skipið kom á Sund, fóru umboð fyri løgregluna saman við umboðum fyri Sjóvinnustýrið umborð í trolaran.

Einki týðir uppá at talan er um nakað brotsverk, sigur løgreglan. Meir kunnu tey ikki siga, fyrr enn fleiri kanningar eru gjørdar í málinum. Trolarin var staddur norðanfyri, í altjóða sjógvi, tá menninir doyðu, og nærmasta land var Føroyar.

Av tí at hendingin var í altjóða sjógvi, hevur løgreglan í Føroyum sum so einki við málið at gera, men skiparin hevði einki ímóti at løgreglan kom umborð. Í minsta lagi tvey lík eru flutt á Landssjúkrahúsið, men um líkskoðan verður, er heldur ikki greitt, tí tað mugu russisku myndugleikarnir geva boð um.

Føroyska umboðið hjá skipinum hevur boðað russisku sendistovuni í Keypmannahavn frá hendingini, og annars eru øll kunnað um málið, upplýsir føroyska umboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130