Vraka uppskot hjá stjóranum

Vraka uppskot hjá stjóranum
Ljósmøðurnar kunnu ikki góðtaka ætlaðu broytingarnar á Landssjúkrahúsinum, stjórin fráboðaði fyrradagin
Stríðið millum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum og leiðsluna heldur fram. Ljósmøðurnar vilja ikki góðtaka uppskotið hjá leiðsluni um at broyta bygnaðin á Føðideildini
 
13.07.2017 - 15:25

- Hetta er ein vánalig loysn, at koma við. Ivasamt er, um hetta fer at loysa trupulleikarnar við samstarvi og mistrivnaði á Landssjúkrahúsinum, sigur Ljósmøðrafelag Føroya í viðmerking seinnapartin.

Stríðið millum ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum og leiðsluna heldur tí fram. Ljósmøðurnar vilja ikki góðtaka uppskotið hjá leiðsluni um at broyta bygnaðin á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Sambært tí uppskotinum skuldu ljósmøðurnar fáa evstu fakligu ábyrgdina og avgerðarrættin. Ljósmøðurnar skuldu eisini verða partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum, men hetta er ikki nóg mikið.

SÍ EISINI Aftur til gamla bygnaðin á Føðideildini

- Í avgerðini verða nakrir fysiskir karmar bøttir. Burtursæð frá hesum verður bara staðfest tað, ið longu stendur í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya, sigur fakfelagið.

Tað er ikki bara fakfelagið hjá ljósmøðrunum, ið havnar uppskotið um at broyta bygnaðin. Tað er eitt mistak, at fara aftur til ein bygnað, sum ikki riggar, sigur forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

- Ljósmøðurnar eru als ikki hoyrdar, og eingi argument síggjast aftur. Leiðslan viðurkennir ikki ábyrgdina av, at stríðið er komið so langt, sigur Ljósmøðrafelag Føroya í viðmerkingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947