Minka um antibiotikanýtsluna

Minka um antibiotikanýtsluna
Donsku heilsumyndugleikarnir hava gjørt eina ætlan, ið skal avmarka antibiotikanýtsluna í framtíðini
Danska heilsu- og eldramálaráðið hevur saman við danska heilsustýrinum gjørt eina landsumfatandi ætlan, sum komandi árini skal avmarka nýtsluna av antibiotika millum danir
 
10.07.2017 - 09:54

Danska heilsu- og eldramálaráðið hevur saman við danska heilsustýrinum gjørt eina landsumfatandi ætlan, sum komandi árini skal avmarka nýtsluna av antibiotika millum danir.

Ætlanin skal samstundis minka um vandan fyri mótstøðuføri, ið ger, at bakteriudrepandi evnini í heilivágnum ikki bíta á teirri ígerð, sum sjúkan hevur við sær.

Antibiotika hevur bjargað nógvum mannalívum, men heldur uppat at virka, um ov nógv verður brúkt, tí so gerast bakteriurnar mótstøðuførar og tað kann hava við sær, at ígerðarsjúkan ikki kann viðgerðast.

Málið í ætlanini er fyrsta lagi at minka um nýtsluna og í øðrum lagi at verja tey sløg av pensillini, ið bara skulu vera til at taka, sum seinasti útvegur um einki annað hjálpir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947