Semja ikki við allar

Semja ikki við allar
Í einstøkum førum fæst ikki semja við yvirlæknar um pengarnar, teir eiga til góðar hjá Landssjúkrahúsinum
 
30.06.2017 - 08:08

Landssjúkrahúsið hevur roknað út, hvussu nógv, tað skyldar hvørjum yvirlækna. Advokatar vóru við, tá gjørt varð upp.

Síðani hevur Landssjúkrahúsið samskift við læknarnar um teirra viðurskifti. Mett verður, at í flestu førum er greitt, at semja fæst. 

Í einstøkum málum verður ikki roknað við semju, og hevur Landssjúkrahúsið tá bara tikið við ta upphædd, sum tað metir seg skylda yvirlæknanum.

SÍ EISINI 10 milliónir krónur í yvirtíð útgjaldast

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í skrivi til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í gjár.

Nevndin vildi hava at vita, hví biðið verður um eykajáttan nú og ikki, tá málið um yvirlæknarnar er endaliga avgreitt.

Sirið Stenberg svarar, at málið er búgvið at avgreiða nú. Løgtingið er biðið um tíggju milliónir krónur í eykajáttan til Landssjúkrahúsið, so tað kann rinda yvirlæknum yvirtíð og vaktargjøld, sum teir eiga til góðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947