Málrættað viðgerðartilboð gerast

Málrættað viðgerðartilboð gerast
Ungfólk, sum hava víðfevndar sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar, skulu loftast, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
 
29.06.2017 - 11:06

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í tíðindaskrivi. Fleiri skipanir gera, hvør í sínum lagi, sítt fyri at veita viðgerð, hjálp og stuðul.

Landsstýriskvinnan í almannamálum metir, at neyðugt er at samskipa verandi skipanir soleiðis, at tey ungu, sum hava tørv á umfatandi hjálp frá øllum skipanum, verða loftað og fáa málrættað heildartilboð.

- Royndirnar vísa, at tað er neyðugt at samstarva.  Vit hava til dømis við átøkum, sum "Tann góða tilgongdin" og "Bú - og viðgerðarstovnurin í Stoffalág," víst, at borgarin fær munabetri hjálp, tá myndugleikar arbeiða saman, sigur landsstýriskvinnan.

Heildartilboð til ung gerast

Almannamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið eru til reiðar at samstarva, soleiðis, at tey ungu fáa ta hjálp, teimum tørva, stendur í tíðindaskrivinum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur givið boð um, at ítøkiligt uppskot um samskipa heildartilboð skal verða klárt, so at hetta kann gerast partur av fíggjarlógarviðgerðini fyri 2018.

Avvarðandi myndugleikar og felagsskapir verða í næstum boðnir á fund í Almannamálaráðnum um málið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947