Nýtt viðgerðartilboð til ung

Nýtt viðgerðartilboð til ung
Blákrossheimið fer í heyst undir serskilda rúsviðgerð til ung
Í heyst fer Blákrossheimið undir serskilda rúsviðgerð til ung millum 15 og 18 ár
 
28.06.2017 - 08:22

Í fjør vóru tvey 18 ára gomul fólk í viðgerð á Blákrossheiminum. Í heyst fer Blákrossheimið undir serskilda rúsviðgerð til ung millum 15 og 18 ár.

Heilsumálaraðið hevur latið pengar til hesa viðgerð. Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum fyri 2016.

14 prosent av teimum 186, sum fingu viðgerð í fjør, vóru bundin av alkoholi, tablettum, hashi og harðari rúsevnum. Næstan eingin í Føroyum misnýtir bara hash og harðari rúsevni.

Miðalaldurin 48 ár

Misnýtslan er altíð blandað við misnýtslu av rúsdrekka. Hetta er eitt serligt føroyskt fyribrigdi, sum ivaleyst stendst av avmarkaðu og óstøðugu atgongdini til rúsevni. 

Miðalaldurin hjá teimum, sum vóru í viðgerð í fjør, var 48 ár. 13 fólk millum 18-29 ár vóru í viðgerð fyri rúsmisnýtslu á Blákrossheiminum í fjør.

133 innleggingar vóru á Blákrossheiminum í 2016. Av teimum 186, sum fingu viðgerð í fjør, vóru 26 kvinnur, stendur í ársfrágreiðingini hjá Blákrossheiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947