Mangla enn fleiri kommunulæknar

Mangla enn fleiri kommunulæknar
Heilsutrygd lýsir nú eftir 10 kommunulæknum, ið skulu setast í starv frá 1. september
Heilsutrygd lýsir nú eftir 10 kommunulæknum, sum skulu setast í starv frá 1. september. Evsta mark at søkja kommunulæknastørvini er 1. juli á middegi
 
21.06.2017 - 08:38

Tað mangla framvegis fleiri kommunulæknar í Føroyum. Heilsutrygd lýsir nú eftir 10 kommunulæknum, sum skulu setast í starv frá 1. september.

Talan er um tvey kommunulæknastørv í Norðoya læknadømi og tvey í Skálafjarðar læknadømi. Og so er eitt kommunulæknastarv leyst í hesum læknadømum: Fuglafirði, Vestmanna, Sandoy, Vágum, Suðuroy og Suðurstreymi.

Í lýsingini stendur, at tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu eisini vera við í nýskipanum innan økið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947