- Tíðindi, mentan og ítróttur
Truplari hjá vinnuni at fáa lán

Tað verður nógv truplari at fáa lán í BankNordik til fiskivinnuna í framtíðini. Uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan fer at gera tað munandi minni áhugavert hjá BankNordik at fíggja fiskivinnuna.
BankNordik er avgjørdur í einum nýggjum hoyringarskrivi, ið er sent Vinnunevndini hjá Løgtinginum. BankNordik ivast ikki í, at um nýggja fiskivinnulóggávan hjá samgonguni hevði verið galdandi seinastu árini, hevði fiskivinnan kastað minni av sær til samfelagið.
Tí sterku og vælriknu reiðaríini høvdu ikki havt somu virðisøking sum tey hava nú. BankNordik sigur, at hóast okkurt gott er í uppskotinum, so fer fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni at leggja fótonglar fyri jaligu gongdini í pørtum av fiskivinnuni seinastu árini.
BankNordik mælir millum annað frá at útihýsa útlendskum pengum í fiskivinnuni. Nógvur peningur skal útvegast og síðani flytast av landinum, skulu útlendingar, sum í dag eru í føroysku fiskivinnuni, selja føroyingum sín part.