HPV: Ov fáar lata seg koppseta

HPV: Ov fáar lata seg koppseta
Undirtøkan fyri HPV-koppsetingini í Føroyum má upp á 90 prosent, skal vinnast á lívmóðurhálskrabba, sigur Gigni
Tað er altavgerandi, at vit fáa eina nógv størri undirtøku í Føroyum fyri koppsetingini , tí hon bjargar rætt og slætt lívum, sigur Gigni
 
03.06.2017 - 17:32

Í Føroyum eru alsamt færri gentur, sum lata seg koppseta. Her hjá okkum sæst, at talið á koppsetingarskamtanum er kavað í botn síðan 2014.

Hildið verður, at vit nú liggja á sama lága stigi sum í Danmark, har einans 17 prosent av 14 ára gomlu gentunum hava latið seg koppseta. Í Noregi er talið 84 og í Svøríki 73 prosent.

Spurningurin er, hví so er. Katrin Kallsberg serlækni í kvinnusjúkum heldur, at tað hongur saman við nøkrum ræðusøgum um hjáárin av koppsetingini, og so tað, at myndugleikarnir hava ikki verið nóg greiðir í sínum tilmælum.

Ein ætlan gerast

Føroyska heilsumálaráðið hevur nú kallað fleiri partar saman at gera eina virkisætlan, ið skal fáa føroysk foreldur at koppseta sínar døtur.

Í bólkinum eru Kommunulæknafelag Føroya, Landslæknin, Gigni, Heilsutrygd, Landsapotekarin, Landssjúkrahúsið og Krabbameinsfelagið. Virkisætlanin skal vera liðug 1. juli, og tá kemur væntandi eitt greitt tilmæli til føroysk foreldur um at lata sínar gentur koppseta móti lívmóðurhálskrabba.

Ingvør Justinussen, varastjóri í Gigni, sigur tað vera altavgerandi, at vit fáa eina nógv størri undirtøku í Føroyum fyri koppsetingini , tí hon bjargar rætt og slætt lívum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947