Keldan til mótstøðuførar bakteriur funnin

Keldan til mótstøðuførar bakteriur funnin
Mótstøðuføru VRE-bakteriurnar, sum hava plágað á Landssjúkrahúsinum, komu mest sannlíkt frá Keypmannahavn, staðfestir nýggj gransking
Høvuðskeldan til mótstøðu VRE-bakteriuna, sum hevur herjað á Landssjúkrahúsinum, er mest sannlíkt funnin
 
01.06.2017 - 10:46

Høvuðskeldan til harðføru og mótstøðuføru VRE-bakteriurnar, sum hava verið ein vaksandi trupulleiki á Landssjúkrahúsinum síðstu árini, er nú mest sannlíkt funnin, skrivar Landssjúkrahúsið.

Føroyskir sjúklingar hava í fleiri førum fingið bakteriurnar við aftur tá sjúklingarnir hava verið til viðgerð á ymiskum sjúkrahúsum í danska høvuðsstaðnum, Keypmannahavn.

Tað staðfestir gransking, sum føroyski læknin, Shahin Gaini, hevur gjørt saman við 20 útlendingum, sum nú er kunngjørd í vísindaligari grein í Journal of Antichemical Chemoterapy.

Trupulleikin tvey ára gamal

Trupulleikin við mótstøðuføru bakteriunum á Landssjúkrahúsinum tók dik á seg fyri tveimum árum síðani. Talið av VRE-tilburðum á Landssjúkrahúsinum tíggjufaldaðist frá mai 2015 til februar 2016.

Heilsumyndugleikarnir í Føroyum fóru í februar mánað í fjør í hernað ímóti mótstøðuføru VRE-bakteriuni. Ein smittuserfrøðingur og ein mikrobiologur vórðu tá sett í starv, tá sjúkrahúsið setti meira orku inn.

Landssjúkrahúsið misti fyri einum ári síðani tamarhald á mótstøðuføru VRE-bakteriunum, segði William Smith, smittuverjufrøðingur á Landssjúkrahúsinum, tá í samrøðu við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947