Nú kemur lógin um etiska ráðið

Nú kemur lógin um etiska ráðið
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur nú kunngjørt løgtingslógina um etiskt ráð. Lógin kemur í gildi 1. september
Lógin um etiskt ráð kemur í gildi 1. september. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur nú kunngjørt løgtingslógina um etiska ráðið
 
31.05.2017 - 09:23

Sambært lógini, skal etiska ráðið eygleiða gongdina í samfelagnum og sjálvt taka til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.

Etiska ráðið kann eisini viðgerða aðrar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. 

SÍ EISINI Stúra fyri at ráðið verður politiskt

Ráðið kann eisini viðgerða etiskar spurningar um lívfrøðiliga, medisinska gransking viðvíkjandi menniskjum. Etiska ráðið er óheft í sínum virki, og skal koma við fráðgreiðing einaferð um árið.

Etiska ráðið hevur níggju limir, ið verða valdir fyri fýra ár ísenn. Limirnir kunnu ikki sita á løgtingi ella í kommunstýri. Lógin um etiskt ráð kemur í gildi 1. september. 

Limirnir fáa fundarpengar og ferðapening, og serlig avtala kann gerast um samsýing til formannin í ráðnum, sum Fíggjarmálaráðið tó skal góðkenna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947