Vil sníkja strámenn inn í vinnuni

Vil sníkja strámenn inn í vinnuni
Fiskimannafelagið heldur, at veruliga ætlanin við nýskipanaruppskotinum hjá Høgna Hoydal er, at altjóða fyritøkur skula ráða í vinnuni
Jan Højgaard heldur, at samgonguuskotið um fiskivinnuna fer at fáa fleiri strámenn í vinnuna. 
 
28.05.2017 - 14:10

Boðskapurin hjá Fiskimannafelagnum til Høgna Hoydal er greiður: "Tak lógaruppskotið um fiskvinnunýskipanina aftur".

- Hetta uppskotið er ikki gagnligt fyri Føroya Fólk, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Fiskimannafelagið skipar fyri mótmælistiltakið uttanfyri Løgtingið í morgin, tá uppskotið um fiskivinnunýskipan fer at hava 1. viðgerð. 

Tvær orsøkir til hesa stúran eru ætlaða uppboðssølan av rættinum at fiska, saman við ætlanini at loysa veiðuloyvini frá skipunum:

- Uppboðssølan er ógvuliga lemjandi og óetisk. Hon hoyrir ikki okkara tíð til, tí vit verða seldir á uppboðssølu. Tað góðtaka vit ikki. Vit vilja hava trygg og stabil viðurskiftir, sigur Jan Højgaard við útvarpið hjá Kringvarpinum.  

Jan Højgaard heldur, at veriliga ætlanin handan uppskotið hjá Høgna Hoydal er, at útlendingar skula keypa seg inn í vinnuna.

- Okkara hugsan er, at tað er tað, sum liggur aftanfyri hetta uppskotið. Mann skal hava altjóða fyritøkur inn, soleiðis at føroyingar ikki hava tað stóra at skula hava sagt, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. 

Saman við Skipara- & Navigatørfelganum heitir Fiskimannafelagið á allar sínar limir um at møta til mótmælistiltakið í morgin.

Jan Højgaard roknar við, at eisini skip, sum eru til fiskiskap undir Føroyum, bróta túrin av fyri í staðin at koma til Havnar at mótmæla:
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889